SKALT TÚ MÁLA Í SUMMAR? Góð fyrireiking gevur gott úrslit Áðrenn tú fert í gongd, kanna: At tað ikki eru undir 5 hitastig* At træfuktigheitin ikki er hægri enn 18% At leys máling og træfipur eru burturbeind *Gori 618 kann málast niður í 2 hitastig. Fyrireiking : Vaska við Gori trævask Brúka trykkspulara og vaska við GORI fjern belægninger, um klædningurin er serliga skitin. Skava harpiks og kvistar, turka eftir við húsarhaldspritti Tá tú fert at mála: Ikki mála í direkta sólskini. Málingin tornar ov skjótt og treingir ikki inn í klædningin, áðrenn hon er turr. Mála 2-3 umgangir Fylg altíð vegleiðingini á blikkinum Rullu ella pensil? Pensil gevur eitt javnari úrslit, tá tú málar við transparentari máling Málar tú við heildekkandi træverju, kanst tú brúka bæði pensil og rullu Til hølvað træ viðmæla vit rulluskinn við stuttum hárum Grunding: Nýtt, óviðgjørt træ skal altíð grundast Plettgrunda, har bert træ sæst Tað er ikki neyðugt at grunda nýtt trykkimprignerað ella eksotiskt træ Grundað træ skal málast innan 14 dagar
Download PDF fil