EIN KØKUR ER IKKI BARA EIN KØKUR Køkurin er høvusðrúmið í húsunum. Her savnast øll fam iljan. Tað er her, dagligu viðurskiftini verða umrødd og av greidd, tað er her týdningamiklu avgerðirnar verða tiknar, samstundis eisini tær minni týdningarmiklu, og enntá tær skeivu. Tað er her vit síggja børnini vaksa upp. Tað er her ommur og abbar hitta síni børn og barnabørn. Tað er her vit taka vinfólkini til okkum. Tað er her vit við kærleika og kynstri vísa teimum sum koma á gátt, at vit duga. Hetta taka vit hjá Bygma Balslev í størsta álvara, og gera okkara ýtarsta hvønn dag fyri at allir føroyingar kunnu fáa besta hjartarúmið í teirra heimi, ið passar til teirra tørv. Kom inn á gólvið hjá okkum og fá eitt køksprát, ella send okkum ein teldupost á kokar@balslev.fo
Download PDF fil